Texty písní Eivør Pálsdóttir

Eivør Pálsdóttir

Føroyar Mín Móðir

Føroyar mín móðir títt signaða navn

í hjartanum rúnarrist stendur

títt sorgblíða bros

títt mjørkaloft dró

tín son sjálvt við sólgyltu strendur

Um tú var alt bjart

sum eg hugsa mær kann

ein blóma frá paradis strondum

ein perla mót øllum í heiminum var

ja valdaði ríkjum og londum

Tá kvað eg tær kanska eitt stoltari lag

eitt kvæði av brimdun og toru

men kundi ei elskað teg hægri enn nú

mítt friðlýsta heim móti norði