Texty písní Eivør Pálsdóttir

Eivør Pálsdóttir

Mín Móðir

Mín móðir hon er sum ein drotning

Hon er sum tað vakrasta lag

Mín móðir hon er sum ein blóma

Hon er sum eitt livandi træ

Mín móðir er heim mítt kæra

Mín móðir mítt tryggasta stað

Mín móðir er bjartasta glæman

Hon lýsir mær døkkan veg

Min móðir er sterkasta hondin

Trygt heim aftur leiðir hon meg

Mín móðir hjá tær eg standi

Í hjartanum goymi eg teg